Tær gera størri nyttu enn tær gera skaða

Tær larma ikki og tær skugga ikki fyri sólini og tær hava heldur ikki nakra serliga ávirkan á djóralív og plantulív

Vindmylluverkið, sum Sev ætlar at seta upp á Eiði, hevur størri fyrimunir við sær fyri umhvørvið enn tað hevur vansar.

Umhvørvisstovan sigur, at tað er úrslitið av eini áriniskanning, sum er gjørd í sambandi við at Sev nú ætlar at gera eitt vindmylluverk við seks vindmyllum norðan fyri Eiðisvatn á Eiði.

Hvør av vindmyllunum klárar at gera 3 MW av streymi, so tilsamans gevur verkið 18 MW av streymi.

Hesar vindmyllurnar, sum verða settar upp á Eiði, eru væl størri enn tær vindmyllur, sum annars eru settar upp í Føroyum, tí hæddin upp til navið, er 78 metrar har tað er 45 metrar á myllunum í Húsahaga og Neshaga.

Tilsamans er hvør mylla, sum skal setast upp á Eiði, 119 metrar høg, har myllurnar í Húsahaga og Neshaga eru 67 metrar høgar.

Í sambandi ætlanina at seta myllurnar upp á Eiði, er umhvørvið rundan um myllurnar, kannað, eisini tað lívfrøðiliga margfeldið. Hetta er gjørt við við at telja fugl og skordýr og við at skráseta plantur í økinum.

Tey hava eisini kannað um óljóð, endurskin og skuggakast, ávirkar nærmastu grannar hjá vindmylluverkinum.

Umhvørvisstovan sigur, at kanningarnar vísa, at eitt ríkt og fjølbroytt djóra- og plantulív er í økinum. Nógvur fuglur eigur har um vegir og nakrir av teimum er á føroyska, fyribils reyðlistanum, sum merkir, at teir eru í vanda. Talan er um lóm, helsareyða, tangaspógva, kjógva, spógva og lógv. Eitt másafuglabøli sást eisini í økinum.

Plantulívið var fjølbroytt, men ongar av plantunum eru á føroyska fyribils reyðlistanum. Skordjóralívið var ríkt og vanligt, tó var eitt slag av svartaklukku, B. bruxellence, ið sjáldan verður skrásett í Føroyum, eisini funnið har.

Samanumtikið verður ikki mett, at djóra- og plantulívið verður nevnivert ávirkað av verkætlanini, sigur Umhvørvisstovan.

Ljóðkanningar vísa, at óljóðið frá vindmyllunum er undir tí hámarki, sum Umhvørvisstovan hevur sett og tað verður sostatt ikki mett at vera til nakran ampa fyri fólk.

Tað verður eisini mett, at myllurnar standa so langt burtur frá bygdum øki, at fólk fara ikki at hava ampa av, at tær fara at skugga fyri sólini.

Samstundis verða atkomuvegur, fundament og annað verklagsarbeiði, gjørt soleiðis, at tað í mest møguligan mun fellur inn í lendið, og atlit verða tikin til, at tjarnir og mýrilendi verða varðveitt. Sostatt verða vindmyllurnar settar upp burtur frá vátlendi.

Eisini Tjóðsavnið hevur kannað økið, og niðurstøðan var at eingi fornminni eru har um vegir.

Umhvørvisstovan sigur, at tá ið vindmyllurnar eru tiknar í brúk, fara tær at minka CO2 útlátið umleið 36.000 tons um árið.

– Samanumtikið er tí mett, at verkætlanin hevur størri positiv árin á umhvørvið enn negativ, sigur Umhvørvisstovan.