Tær skulu vegleiða vágafólki um røkt

Fýra vegleiðarar hava fingið prógv í Vágum

Teir fýra vegleðararnir eru, frá vinstru, Pernille L. Jørgensen, Annfríð S. Høgnesen, Lív Steinkross Guttesen og Anita Thomassen

Teir fýra vegleðararnir eru, frá vinstru, Pernille L. Jørgensen, Annfríð S. Høgnesen, Lív Steinkross Guttesen og Anita Thomassen

Í Vágum hava tey nú fingið fýra nýggir vegleiðarar í røkt og teir hava fingið útbúgving sína á Vesturvón, sum er heimatænastan og eldrarøktin í Vágum.

Tey siga, at tey ætla at útbúgva fleiri fólk á økinum við tí endamáli at gera fólk betri skikkað til at røkja uppgávuna í heimatænastuni og í eldrarøktini.

Tey, sum nú eru útbúgvin, er ein kliniskur vegleiðara í sjúkrarøkt, tveir vegleiðarar í heilsurøkt og ein vegleiðara innan heilsuhjálparaútbúgvingina.

Teir fýra vegleðararnir eru, frá vinstru, Pernille L. Jørgensen, Annfríð S. Høgnesen, Lív Steinkross Guttesen og Anita Thomassen