Taka grót uppaftur í Hvalba

Mánadagin var Sam á Hvalba við einari maskinu, sum er farin undir at taka grótið upp úr hylinum á Hamranesi, sum fór í briminum síðst í februar og fyrst í mars

Mynd: Hvalbiar kommuna

Mynd: Hvalbiar kommuna

Byrjað er eisini uppá nýggja bátahylin millum Bíargarð og Hamranes.

Fyri umleið einari viku síðani varð byrjað at taka grót niður á vestara armi á grótkastinum á Hamranesi og at fylla nakað út av grótkastinum til nýggja bátahylin.

Í samband við at grót verður koyrt til nýggja bátahylin, stendst nakað av tungari ferðslu av hesum. Tað er okkara vón at hetta kemur at ávirka sum minst, skrivar Hvalbiar kommuna á heimasíðuni.

Í løtuni liggja eisini fleiri útróðrarbátar aðrastaðni frá, sum rógva út úr Hvalba.

Mynd: Hvalbiar kommuna