Taka ikki tilmælið til eftirtektar

Tað er eitt tilmæli, og ikki eitt krav, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri

Tað er eitt tilmæli, tí tað stendur ikki, at býráðið skal, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri

Tað er eitt tilmæli, tí tað stendur ikki, at býráðið skal, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri

Nevndarlimirnir hjá Tvøroyrar Kommunu í Suðuroyar Bú- og Heimatænastu, verða ikki valdir av nýggjum.

Á býráðsfundi á Tvøroyri í gjárkvøldið varð nevniliga greitt, at Kristin Michelsen, borgarstjóri, og meirilutin í býráðnum, fara ikki at taka tilmælið frá kommunala eftirlitinum til eftirtektar um at velja nevndarlimirnar av nýggjum.

Á býráðsfundi fyrst í árinum, gjørdi meirilutin av at velja Kristin Michelsen, borgarstjóra, og Jónleyg Bech, sum eisini er í meirilutanum, í nevndina.

Men tað varð ein dramatiskur býráðsfundur, tí í kjalarvørrinum á nevndarvalinum, rýmdu tveir av býráðslimunum í minnilutanum, Kristina Roest og Súsanna Bertholdsen, av fundi. Tær førdu fram, at minnilutin í býráðnum átti annan nevndarlimin og tá ið meirilutin ikki vildi ganga tí á møti, fóru tær av fundinum.

LES MEIRI HER: Býráðslimir rýmdu av fundi á Tvøroyri

Tær báðar løgdu málið fyri kommunala eftirlitið hjá landsstýrinum og har var niðurstøðan, at nevndarlimirnir skuldu veljast eftir lutfallinum ímillum meirilutan og minnilutan, so at minnilutin átti annan nevndarlimum. Tí mælti kommunala eftirlitið býráðnum til at velja nevndina á nýggjum.

Á býráðsfundi í gjárkvøldið var nevndarval á skránni, men tað var ikki at velja nevndina av nýggjum.

Á fundinum varð Kristin Michelsen spurdur um, hví tilmælið frá kommunala eftirlitinum ikki verður tikið til eftirtektar og at nevndarlimirnir verða valdir av nyggjum. Men Kristin Michelsen førdi fram, at kommunala eftirlitið er nettupp  komið við einum tilmæli, tey søgdu nevniliga ikki, at nevndarlimirnir skulu veljast av nýggjum.

Tí stóð nevndarvalið við. Men á seinasta býráðsfundi, var bara ein varalimur valdur og tað var Anita Vibergsdóttir, sum eisini er í meirilutanum. So tað, sum var á skrá á fundinum í gjárkvøldið, var at velja tann seinna varalimin og Kristin Michelsen boðaði frá, at hann átti minnilutin.

Minnilutin hevði einki uppskot, og borgarstjórin skeyt bara sjálvur upp at velja Bjarna Hammer til varalimin, og hann varð so valdur við teimum fýra atkvøðunum hjá meirilutanum, men Kristina Roest atkvøddi úr Javnaðarflokkinum, atkvøddu ímóti og hinir bæði javnaðarfólkini, atkvøddu blankt.

Tað er eitt tilmæli, tí tað stendur ikki, at býráðið skal, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri