Taka ikki undir við partsavtalum

Heilt radikalt, tók Morten Østergaard ikki lut í stjórnarsamráðingunum í dag.

(Mynd: Radikale.dk)

(Mynd: Radikale.dk)

Tá ið stuðulsflokkarnir hjá Mette Frederiksen skuldu hittast um stjórnarsamráðingar í dag, tók Radikale Venstre seg brádliga úr samráðingunum.

Hinir tríggir flokkarnir í reyða blokki, SF, Eindarlistin og danski Javnaðarflokkurin, vórðu eftir øllum at døma komnir ásamt um eina partsavtalu vívðvíkjandi umhvørvispolitikkinum.

Tað skilst, at Morten Østergaard, formaður fyri Radikale Venstre, einans er sinnaður at samráðast um heildarætlanir við reyða blokkin, og als ikki um partsavtalur, og tískil valdi at vera fráverandi.

- Vit ynskja ikki at gera avtalur um einstøk øki, áðrenn vit vís í at fáa eina stjórn, sum kann gera politikkin til veruleika, sigur Morten Østergaard við Danmarks Radio.
Tó sigur hann seg vera fegnan um, at ein meiriluti tekur undir við minking av CO2 útlátinum, og at flokkurin sannlíkt atkvøður fyri fólkatingsuppskotum hesum viðvíkjandi.


Tey Radikalu ynskja millum annað, at samráðingar eru um fíggjarviðurskiftini viðvíkjandi grønu umleggingini eisini verða tiknar við, áðrenn partsavtalur verða gjørdur.

(Mynd: Radikale.dk)