Taka Norrønu úr sigling í góðar tveir mánaðir

Hendan tíðin skal brúkast til at snolla hana upp og til at fáa fleiri hentleikar umborð

Beint upp undir jól fer Smyril Line at taka Norrønu úr sigliging í góðar tveir mánaðir. Hósdagin 19. desember fer hon nevniliga í dokk á Fayard-skipasmiðjuni í Munkebo. Har skal hon verða fram til 4. mars og 6. mars fer Norröna aftur úr Hirtshals til Føroya og tá verður ferðafólkasiglingin tikin upp aftur.

##med2##

Norrøna kom í apríl 2003 og síðani tá eru fleiri broytingar gjørdar. Og Smyril Line sigur í eini fráboðan nú er tíðin komin til eina størri nútímansgerð og at framtíðartryggja Norrönu, sum tey kalla tað.

Norrøna einasta ferðafólkaskipið í fastari rutusigling í Norðuratlantshavi og Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, sigur, at tað er neyðugt at fáa fleiri kømur, at at bøta um hentleikarnar uttandura.

##med3##

Tískil fær Norrøna nú eini 50 dupultkømur afturat, og ovast uppi verður ein nýggj kaffistova gjørd við góðum útsýni yvir Atlantshav.

Norrøna fær eisini eitt nýtt øki við sofum og stólum til ferðafólk at slappa av í.

– Tíðirnar eru nógv broyttar, síðan Norröna kom í flotan fyri seytjan árum síðan. Tá vóru krøvini frá viðskiftafólki  ikki tey somu, sum tey eru í dag. Tí er alneyðugt, at vit fylgja við tíðini og bøta um hentleikarnar, sigur Rúni Vang Poulsen í tíðindaskrivi.

Á myndunum sæst, hvussu Norrøna fer at taka seg út við nýggjari kaffistovu ovast uppi við góðum útsýni yvir Atlantshav.