Taka trygdina í størri álvara

Men tað er serliga eitt, tey sum hava bát, gloyma, sigur skiparin á Brimli

Tað eru nógvir smábátar í Føroyum, og tey, sum eiga teir, taka trygdina í størri álvara nú, enn te hava gjørt. Myndin er tilvildarlig

Tað eru nógvir smábátar í Føroyum, og tey, sum eiga teir, taka trygdina í størri álvara nú, enn te hava gjørt. Myndin er tilvildarlig

Tey, sum hava bát í Føroyum hugsa nógv meiri um trygdina nú, enn tey gjørdu fyri nøkrum árum síðani. Tað siga teir á vaktar og bjargingarskipinum, Brimli.

Leygardagin var Brimil í Suðuroy og kannaði smábátar, sum vóru til útróðrar. Fýra bátar vórðu sendir til lands tí at teir ikki høvdu neyðugu loyvini frá Fiskimálaráðnum. Men tá segði skipain á Brimli, at trygdarútgerðin á summum av bátunum var ikki eftir forskriftunum.

– Á summum av bátinum kundi standurin verið betri, sigur hann.

 

Les meiri her: Týskarar í Porkeri sleppa ikki at fiska longur

 

Men hann sigur, at annars er støðan nógv batnað hesi seinastu árini. Vaktar- og Bjargingartænastan ger ikki so lítið burtur úr at kanna smábátar og skiparin á Brimli sigur, at sum heild er støðan bara heilt góð.

Hann sigur, at støðan er nógv broytt hesi seinastu árini, tí tað vísir seg, at bátseigarar taka trygdina í størri álvara nú enn fyrr.

Ein gjøgnumgangandi feilur er kortini, at bátseigarar gloyma at endurnýggja neyðrakettirnar. Tær halda í fimm ár, so skulu tær skiftast út, men tað er ikki óvanligt, at tey gloyma a skifta tær út, serliga á bátum, sum ikki eru úti so ofta.

Hann sigur, at tey kanna eisini kappróðrarbátar og eisini á hesum øki er støðan nógv batnað.

Eit mál var í rættinum um manningina á einum kappróðrarbáti, sum ikki var í bjargingarvesti og skiparin á Brimli heldur, at tað gjørdi mun, tí síðani hevur støðan verið heilt góð.

Tað eru nógvir smábátar í Føroyum, og tey, sum eiga teir, taka trygdina í størri álvara nú, enn te hava gjørt. Myndin er tilvildarlig