Taka Turkihúsið í Vestmanna niður

Í næstum verður farið undir at taka Turkihúsið í Vestmanna niður.

Vestmanna Kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at nú verður farið undir at taka Turkihúsið niður, og tí verður heitt á tey, sum eiga lutir í húsinum, um at beina hesar burtur, áðrenn farið verður undir arbeiðið. Um hetta ikki verður gjørt, so verða lutirnir burturbeindir saman við húsinum, skrivar kommunan.