Taka væl ímóti ætlanini hjá samgonguni

Skatturin skal lækkast, men afturfyri skulu vit hava fleiri brúkaragjøld og tænastugjøld

 

 

Ætlanin hjá samgonguni um at lærlingar skulu sleppa at tjena 50.000 krónur um árið, skattafrítt, er ein vinningur fyri bæði arbeiðsgevarar og lærlingar. Tað halda arbeiðsgevararnir

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, ætlar at leggja uppskot fyri Løgtingið um, at lærlingar skulu kunna tjena 50.000 krónur skattafrítt. Endamálið er at eggja fleiri at fara í læru og at eggja lærlingum at arbeiða meiri.

Tað merkir, at ein lærlingur, sum fortjenar 150.000 krónur um árið, skal bara rinda skatt av 100.000 krónum.

Hetta er ein ætlan, sum tey feløg, ið varða av lærlingum, taka væl ímóti, bæði Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Prentsmiðjufelag, umframt Handilsvinnufelagið, Ferðavinnufelagið og KT-felagið.

Hetta er ein skattalætti, samstundis sum tað eggjar lærlingum til at arbeiða meira við afturat læruni og tað  er ein vinningur fyri bæði arbeiðsgevaran lærlingin, siga feløgini.

– Arbeiðsgevarin fær atgongd til meira arbeiðsmegi og lærlingurin fær møguleika fyri at vinna nakrar eyka krónur. Harumframt fær lærlingurin ein eyka vinning burtur úr læruni, sum hann fær burtur úr arbeiðinum afturat vanligu lærutíðini, leggja tey afturat.

 Føroya Arbeiðsgevarafelag minnur annars á, at tey hava fleiri ferðir víst á, at vanligi skatturin í Føroyum er ov høgur og tey halda fast við tilmæli um, at land og kommunur eiga at seta seg saman at gera eina langtíðarætlan fyri alla skattaskipanina og avgjalds­skipan­ina. Endamálið við tí skal vera at lækka vanliga skattin yvirhøvur og tað skal fíggjast við at strika serskipanir og frádráttir, samstundis sum fleiri brúkara- og tænastugjøld verða sett í staðin, siga tey.