Taka varðar niður av fjøllunum at prýða havar við

Tað eru sanniiga ikki bara útlendsk ferðafólk sum gera seg inn á náttúruna í Føroyum

Savnsmynd

Savnsmynd

Tað eru verri enn so bara útlendsk ferðafólk, sum gera seg inn á náttúruna í Føroyum.

Tað staðfestir Poul Sundskarð, sum skipar fyri ferðum í fjøllunum, og sum sjálvur eisini er ferðaleiðari.

Fyrr í vikuni skipaði Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, fyri ráðstevnu í Havn um hvørs mans rættin til at ganga í haganum.

Fleiri staðni kring landið eru bøndur farnir at taka gjald frá ferðafólki fyri at fara í hagan og sum heild verður sagt, at tað er fyri at avmarkað talið á ferðafólki og fyri at útvega pening til at umvæla gøtur og annað, sum verður kleyrað niður av ferðafólki.

Men Poul Sundskarð, sum sjálvur er ferðaleiðari, visti at siga, at føroyingar duga eisini, hvt ágangi á náttúruna viðvíkur.

Hann sigur, at tað nýggjasta, hann hevur sæð í hesum sambandi, er, at fólk hava tikið gonguvarðar á fjøllunum niður fyri at føra grótið heim til húsar at prýða havan rundan um húsini við.

Fólk vistu eisini at siga, at tað var ikki óvanligt at fólk, sum vóru í Mykinesi, drógu lundapisur úr holunum fyri at fáa tikið mynd av teimum - og har vóru føroyingar einki aftan fyri útlendingar.

Poul Sundskarð vísir á, at atburður sum hesin er ein orsøk til, at er hann talsmaður fyri, at fólk skulu hava rætt til at fara í hagan. Men hann sigur, at tað eigur at vera ein treyt, at útlendingar, sum fara í hagan, hava føroyskan ferðaleiðara við.

Hann heldur at hetta er neyðugt fyri at halda skil á, hvar fólk ganga og fyri at hava tamarhald á, hvussu nógv fólk eru í haganum við tí endamáli at avmarka talið á ferðafólki, tá ið náttúran er so illa farin, at tað er neyðugt at steðga á.

Í Sosialinum í morgin hava vit nógv meiri um hvørs mans rættin hjá fólki at ganga í haganum, og um hvørjar avleiðigar støðan, sum nú hevur tikið seg upp við gjaldsstøðum fleiri staðni, hevur fyri ferðavinnuna. Og tær avleiðingarnar eru ikki lítlar, tí tíðindini um gjaldsstøðirnar breiða seg skjótt víða um lond.

Savnsmynd