- Takið ideologi í álvara

Opið samráð var í uttanríkisnevndini á fólkatingi í dag, har ísraelsku búsetingarnar á Vestara Áarbakka vórðu havdar á lofti.

Amerikanska stjórnin boðaði í farna mánaði frá, at hon roknar ikki longur ísraelsku búsetingarnar á Vestara áarbakka fyri at vera ólógligar - hetta hóast altjóða samfelagið, teirra millum ST og ES, roknar búsetingarnar fyri at vera í stríð við altjóða lóggávu.

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, tók orðið. Fólkatingslimurin legði dent á, at tað ikki bara eru rakettir, bumbur og ólógligar búsetingar, sum eru trupulleikin. Ideologiin hjá nógvum palestinum forðar eisini fyri eini friðarligari loysn, vísti hann á.

- Tá ið kjakast verður um Ísrael og Palestina, skal ein gera sær greitt, at Hamas er ein islamistiskur felagsskapur, sum hevur til endamáls at rudda Ísrael av landkortinum. Tað er bert manglandi hernaðarstyrki, sum forðar teirra ideologiska endamáli. Hinvegin kann Ísrael tileinkisgera palestinar í morgin – men ger tað ikki. Tað sýnir ein avgerandi ideologiskan mun, segði Sjúrður Skaale.

Hann vísir tó á, at broytta støðan hjá USA í mun til búsetingarnar kann gera stríðið millum Ísrael og Palestina verri.

- Hóast Hamas hevur stóran stuðul millum palestinar, eru tað sjálvsagt nógvir palestinar, ið ynskja sær eina friðarliga tilveru saman við ísraelum. Tey stigini, sum USA nú hevur tikið, við at góðtaka búsetingarnar, køvir vónina og strembanina hjá palestinum eftir friði. Í ringasta føri kann tað føra við sær størri vónloysi og ekstremismu, og styrkja undirtøkuna fyri Hamas, segði Sjúrður Skaale.