Takið reiv á Høvdavirkinum

Leygarmorgunin rivu umleið 200 fermetrar av tekjuni á Høvdavirkinum í Leirvík. Ein garasjuhurð fór eisini. Alt endaði í havinum

(Mynd: Sørin Djurhuus)

(Mynd: Sørin Djurhuus)

Illveðrið leikaði í um vikuskiftið, og nógvir skaðar vóru ymsastaðni um landið. Høvdavirkið í Leirvík fekk nokk so stóran skaða leygarmorgunin.

– Ein partur av tekjuni reiv. Haldi umleið 200 fermetrar tilsamans, sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum.

Fólk vóru til arbeiðis, men arbeiði helt fram, tí at hetta var á einum øðrum staði í bygninginum.

Tilbúgvingarliðið hjá Eysturkommunu kom at hjálpa, og teir fingu neglt fyri og tryggja tekjuna, so at ikki meira fór.

– Tað var sera nógvur vindur, og vit kundu næstan ikki fara upp á tekjuna at negla. Men tað eydnaðist tó at fáa neglt fyri og tryggja tekjuna, sigur Sørin Djurhuus, tilbúgvingarleiðari í Eysturkommunu.

Leygarkvøldið komu aftur boð frá Høvdavirkinum. Nú var ein garasjuhurð sogin út og ymisk bjálving var eisini farin. Tilbúgvingarliðið negldi fyri.

– Skaðarnir hava ikki ávirkað arbeiðið á virkinum, og fólk arbeiddu allan leygardagin. Tað dryppar onkustaðni, men tað er ikki verri enn tað. Vit hava havt sera nógv at gera síðstu vikurnar. Hava tikið ímóti næstan 500 tonsum um vikuna, og tað hevur verið upp í tað mesta, vit nakrantíð hava tikið ímóti, sigur Eirikur á Húsamørk.

Virkið tekur móti høvdum av nógvum ymiskum fiskasløgum, toski, upsa, brosmu, longu og nógvum øðrum. Virkið tekur eisini móti ryggum.

Umleið 60 fólk arbeiða á Høvdavirkinum, harav nakrir skúlanæmingar.

(Mynd: Sørin Djurhuus)