Takkaði nei til eina millión í lumman

KOKS hevur ætlanir at byggja við Fossdalsgjógv, men festarin, sum fekk boðið eina millión í lumman, er ikki við uppá ætlanina.

Fyri stuttum kom fram í degi og Viku í kringvarpinum, at Gist & Vist samtakið hevur ætlanir um at byggja við Fossdalsgjógv millum Velbastað og Syðradal.

Í Degi og Viku í kvøld segði festarin, Páll Djóni á Steinum, at hann heldur lítið um ætlanina. Hann heldur hetta ikki samsvara við lýsingarherferðina um óspiltu Føroyar, og harumframt vil hann heldur hava jørðina til seyðin.

Heldur ikki, tá hann fekk boðið eina millión krónur í lumman fyri at lata KOKS nýta økið, lat hann seg lokka.

Við  Útvarpið hjá Kringvarpinum sigur festarin, at hetta eru kapitalistisk áhugamál, og onki annað, og at hetta er neyðtøka av lendinum, framd av stórkapitalinum.

Páll Djóni á Steinum sigur seg seta sítt álit á Tórshavnar Kommunu, soleiðis at ætlain ongantíð gerst veruleiki.

Innslagið í útvarpinum hjá kringvarpinum hoyrist her:  

kvf.fo/netvarp/uv/2020/02/13/koks-lokkai-festara-vi-einari-millin