Takkar Várharra og lukkar festivalar

- Av reinari frustratión havi eg roynt at hildið meg frá knappaborðinum í dag, sigur Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður.

- Jenis takkar Várharra, lukkar festivalar og barrir, samstundis sum kristiligu summarlegurnar kunnu halda fram.

- Jenis takkar Várharra, lukkar festivalar og barrir, samstundis sum kristiligu summarlegurnar kunnu halda fram.

 

- Av reinari frustratión havi eg roynt at hildið meg frá knappaborðinum í dag viðvíkjandi tíðindafundinum, men eg haldi altso, at mín illgruni stendur við, tá Jenis takkar Várharra, lukkar festivalarnar og barrirnar, samstundis sum tær kristiligu summarlegurnar kunnu halda fram.

Tað skrivar Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður, á sínari Facebook-síðu tíðliga í kvøld.

Hann vísir á, at hóast man kann skilja grundgevingina um smittusporing til eitt vist, so er landsstýrið ikki samanhangandi, tá tey loyva summum - men forbjóða øðrum uttan at hava betri grundgevingar.

- Tað er ikki at siga til, at fólk ikki hava álit á, hvat landsstýrisfólkini siga, tá tað er ein vantandi samanhangur, sigur Bjarni Kárason Petersen, sum vísir á, at festivalarnir verða steðgaðir, samstundis sum latið verður upp fyri útlendingum.

Løgtingsmaðurin leggur aftrat, at fótbóltur við nærkontakt er loyvdur, men ein gin og tonic í einari barr klokkan 23 er alt ov vandamikið. - Man loyvir átrúnaðarligum virksemi, men forbjóðar øllum tí, tey víðgongdu kalla ólevnað og siðloysi.

Bjarni Kárason Petersen heldur ikki, at landsstýrið hevur megnað at samskift nóg greitt um, hvør strategiin er. Hetta er ein grundleggjandi fyritreyt fyri, at fólkið kann skilja meiningina handan átøkini, tilmælini og frámælini.

- Løgmaður hevur higartil havt álit á fólkinum, og tað var ein røtt avgerð. Men, hann má ansa eftir, at fólkið ikki missur álitið á honum, tí so dettur alt á gólvið, leggur løgtingsmaðurin aftrat á sínari Facebook-síðu í kvøld.

- Jenis takkar Várharra, lukkar festivalar og barrir, samstundis sum kristiligu summarlegurnar kunnu halda fram.