Talgilda tín bý

 

##med2##

Arbeiðir tú við einum hugskoti til eina talgilda loysn, sum ger býin snildari, betri ella burðardyggari? Ella hevur tú eitt talgilt hugskot, sum ger gerandisdagin lættari, snildari ella skjótari?  

So kanst tú søkja um at luttaka í verkætlanini Talgilda tín bý, sum verður í Hugskotinum frá 9. september til 28. oktober, har tú fært møguleika at arbeiða miðvíst við tínum hugskoti í sjey vikur. Umsóknarfreistin er mikudagin 28. august kl. 23:59.  

Talgilda tín bý er skipað sum ein íverksetaradíkjari, á enskum nevnt “startup accelerator program”. At átakið er skipað sum ein íverksetaradíkjari merkir, at verulig ferð verður sett á menningina av verkætlanunum hetta tíðarskeiðið.

Útvaldu verkætlanirnar fáa sjey skraddaraseymaðar vikur í Hugskotinum við ókeypis ráðgeving frá mentorum úr føroyska vinnulívinum og ókeypis sparring við fremstu serfrøðingarnar innan økið. Luttakararnir fáa eisini ókeypis innivist í Hugskotinum alt tíðarskeiðið umframt luttøku á spennandi verkstovum við undirvísing, framløgum og netverkan. Endabresturin á Talgilda tín bý verður á tiltakinum Vinnuforum 28. oktober í Sjóvinnuhúsinum, har luttakararnir leggja úrslitini av verkætlanunum fram. Á Vinnuforum luttaka viðkomandi íleggjarar, møguligir samstarvsfelagar og umboð frá føroyska vinnulívinum. Eisini verður høvi at leggja úrslitini fram á altjóða ráðstevnuni Smart Cities in the Arctic, sum verður í Føroyum í november.

Endamálið við Talgilda tín bý er at stimbra uppundir, at talgildar loysnir verða mentar til ymiskar tænastur í býnum, sum kunnu gera býin betri, snildari og burðardyggari ella gera gerandisdagin lættari, snildari ella skjótari.

Tað kunnu t.d. vera loysnir, ið kunnu betra um vælferðartænastur, útbúgving, mentan, frítíð, ferðslu og býarskipan annars. Tað kunnu eisini vera talgildar loysnir, sum kunnu útflytast til onnur øki ella lond.

Dømi um slíkar talgildar verkætlanir kunnu t.d. vera:

·       talgildar loysnir, sum gera ferðsluna skjótari og grønari

·       talgildar loysnir, sum minka um ljóðdálking

·       talgildar loysnir, sum skipa ferðavinnuna skynsamari

·       talgildar loysnir, sum minka um orkubrúk

·       talgildar loysnir, sum eggja til býtisbúskap (sharing economy)

·       talgildar loysnir innan heilsu- og røktarøkið

·       talgildar loysnir innan samskifti

Einans hugflogið setir mørk. Ivast tú í, um tín verkætlan lýkur treytirnar ella hevur tú aðrar spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband Hugskotið á [email protected] ella tel. 289333.

 

Øll, sum hava áhuga í at arbeiða við sínum talgilda hugskoti ella verkætlan, eru vælkomin at søkja um luttøku á hesum leinki: https://hugskotid.fo/tilmeldingtalgildatinby

Umsóknarfreistin er 28. august 2019 kl. 23.59.

 

##med3##

 

 

 

 

Rundferð í Hugskotinum

Talgilda tín bý!