Taliban og USA nærkast friðaravtalu

Fangað Taliban-uppreistrarfólk, sum vórðu handtikin við spreingievnum í bilinum fyri kortum í afghanska býnum Jalalabad. Ein friðaravtala millum Taliban og USA verður kanska undirskrivað hendan mánaðin, siga fleiri keldur við Reuters

Ein friðaravtala millum islamsku rørsluna Taliban og USA verður kanska undirskrivað hendan mánaðin, upplýsa fleiri keldur.

– Ein avtala kann verða undirskrivað í februar, um Taliban minkar um harðligu álopini munandi. Ein avtala kann føra til eina afturtøku av amerikansku herdeildunum í Afghanistan, siga tvær dulnevndar afghanskar stjórnarkeldur og ein vesturlendsku sendimaður..

Hesi úttalilsi komui í dag, dagin eftir at afghanski forsetin, Ashraf Ghani, segði, at tað kanska hevði verið eitt frambrot í samráðingunum millum USA og Taliban í Qatar.

Samráðingarnar hava staðið í stað, tí Taliban ikki hevur megnað at minka um álop síni.

/ritzau/Reuters