Talið á áheitanum til Kvinnuhúsið eksploderað

50 prosent fleiri áheitanir í mun til í fjør

Talið á áheitanum til Kvinnuhúsið í Havn eru higartil komnar 648 áheitanir í ár, og tað er ein vøkstur á um 50% í mun til árið í fjør, tá Kvinnuhúsið fekk 432 áheitanir.

Í dag er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum, og tað er í tí sambandi, at Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið í Havn og Amnesty International miðla út nýggjastu tølini, sum sambært teimum trimum feløgunum skulu síggjast í ljósunum av, at samfelagið stongdist vegna koronu.

Meðan áheitanirnar um likamligan harðskap eru umleið á sama støði sum í fjør, er tað serliga vøkstur í áheitanum um fíggjarligan harðskap, materiellan harðskap og harðskap, har rúsdrekka ella rúsevni eru uppi í leikinum.

Higartil í ár eru 282 áheitanir um fíggjarligan harðskap, 229 áheitanir um materiellan harðskap og 264 áheitanir um harðskap, har rúsur var innblandaður. Samanborið við áheitanirnar í fjør vóru tey tølini ávíkavist 95, 83, og 74.

– Ein serliga sárbærur bólkur í samfelagnum eru hesar kvinnur og børn, ið liva í einum heimi við harðskapi. Hesin málbólkur hevur trupult at leita sær hjálp undir vanligum umstøðum. Vit vita, at kreppur gera, at ósemjur og harðskapur økist hjá fleiri familjum. Og koronakreppan kann hugsast at hava havt langtíðaravleiðingar, sum vit síggja í tølunum í dag, siga teir tríggir feløgini í felagsskrivi.

Harðskapurin gongur eisini hart út yvir børn, ið sita føst í harðskapsraktum heimum, og tað er trupult hjá teimum, ið verða rakt av harðskapi, at sleppa sær til rýmingar, tí ongastaðni er at fara.

– Og tað er eingin loyna, at tað eru bólkar í samfelagnum, sum hava verri møguleika at ogna sær ein bústað ella at leiga, soleiðis sum miðalprísurin fyri at leiga alsamt økist. Eisini hetta er ein avbjóðing, sum vit sum samfelag, mugu taka í álvara. Tí um børn eru vitni til harðskap ella sjálvi verða útsett fyri harðskapi, so er stórur vandi fyri at harðskapurin setur sjónlig spor langt inn í vaksnalívið, siga feløgini.

– Niðanfyristandandi felagsskapir ynskja við hesum tíðindaskrivi at varpa ljós á, at harðskapur í nærsambondum er ein samfelagsligur trupulleiki, sum er áleikandi í 2020, og sum vit sum samfelag framvegis kunnu gera meira fyri at basa. Okkum tørvar nøktandi búðstaðir, og tað er eingin ivi um, at okkum eisini tørvar eitt stað, sum rúmar teimum, sum hava samansettar avbjóðingar, har rúsevnismisnýtslan er ein av fleiri avbjóðingum, siga Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið í Havn og Amnesty International.