Talið av nýggjum smittaðum setir met

Størsti vøksturin er í USA, har 66.000 nýggir smittutilburðir eru staðfestir í eitt samdøgur.

 

Sunnudagin upplýsti Heimsheilsustovnurin (WHO), at talið av nýggjum staðfestum korona-smittaðum kring heimin aftur setti nýtt met.

WHO upplýsti, at seinastu 24 tímarnar vóru fleiri enn 230.000 nýggir smittutilburðir, og tað er framvegis USA, sum eigur størsta vøksturin.

Tilsamans vórðu 66.000 nýggir smittutilburðir staðfestir í USA.

Eitt yvirlit, sum VG hevur gjørt, vísir, at nú hava fleiri enn 12,8 miljónir fólk kring heimin fingið staðfest korona-smittu - og fleiri enn 568.000 eru deyð av sjúkuni.

Men, hóast smittutalið í USA framvegis er høgt, var sambært NBC New York einki korona-deyðsfall í New York seinasta samdøgnið, og tað er ikki hent síðan í mars.

Hinvegin setti Florida nýtt met í tali av nýggjum smittaðum, har ikki færri enn 15.300 nýggir smittutilburðir vóru seinasta samdøgnið.