Vanlukkan fylgir mær alt lívið

- Tú heldur, at tað hendir ikki fyri teg, men tað kann henda fyri øll. Restina av lívinum skal eg liva við, at ein skeiv avgerð fekk katastrofalar avleiðingar, og tað pínir. Soleiðis sigur 37 ára gamli Fríði Nolsøe, sum fyri 20 árum síðani var við í ógvusligari ferðsluvanlukku, sum kostaði vinmanni hansara lívið. – Vanlukkan fer altíð at fylgja mær, sigur Fríði Nolsøe

- Tá eg hoyri um ógvuslig ferðsluóhapp, fara tankarnir alt fyri eitt aftur til ta náttina, tá eg sjálvur var við í eini ferðsluvanlukku. Tað er ein so ræðulig uppliving, og eg veit akkurát, hvussu ringt øll tey, sum eru partur av vanlukkuni, hava tað, sigur Fríði Nolsøe á Sandi.

Fyri 20 árum síðani var hann saman...