Tankar áðrenn Býráðsvalið: Buchwald á Norðasta Horni

Nógv gott er framt í Tórshavn í farna skeiði. Norðasta Horn er sera væleydnað við fjósum, ríðibreytum, uttandura barnahava, skótar, vátlendi har fuglur trívist og so óføra rossagøtan sum nógv nýta hvønn dag.  Havnadalur er eitt vakurt og rekreativit øki fyri okkum Havnaborgarar.

Men, hví sleppur eitt stórt ruskpláss framvegis at liggja á Norðasta Hornið beint við allan fyrrnevnda aktivitetin? gamlar brøytir, plastik, bilvrag, olja osfrs. Hetta er sera misshátt og dálkandi og lýtir alt økið. At ongin ruddingardagur er farin eftir hesari ófantligheitini er illt at skilja. Heldur enn at briksla og illgita hvør hevur ábyrgdina av hesum heiti eg á Býraðið sum skjotast at rudda og hampa hetta øki. Latum okkum saman gera Tórshavn enn betri!http://umsiting.in.fo/

Johan Mortensen

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##