Tann fyrsti givið skarvin yvir

Eric Swalwell gevst við royndina at blíva demokratiska forsetavalevni

Eric Swalwell undir sjónvarpskjakinum í farna mánað. Mynd: Ritzau Scanpix

Eric Swalwell undir sjónvarpskjakinum í farna mánað. Mynd: Ritzau Scanpix

Talið av politikarum, ið ynskja at gerast demokratiska forsetavalevnið, sum skal bjóða forsetanum Donald Trump av, minkaði við einum í nátt, tá Eric Swalwell gjørdist tann fyrsti, ið ásannaði, at hann neyvan fekk neyðugu undirtøkuna frá demokratiskum veljarum til at gerast forsetavalevni.

Hóast hann gevst rímiliga tíðliga í valstríðnum, so er tað ikki óvæntað, at hann gjørdist ein av teimum fyrstu at geva skarvin yvir. Sum heild hevur hann klárað seg illa í veljarakanningum, har hann aldrin er komin upp á eitt prosent, meðan talið av fíggjarligum stuðlum heldur ikki hevur verið tað stóra at reypa av.

Í fráboðanini í nátt boðar hann frá, at hann í staðin fer at leggja orkuna í at endurvinna sín sess í Kongressini, har hann hevur havt sæti í fýra valskeið.

38 ára gamli Eric Swalwell royndi at fáa valstríðið at handla um at fáa eitt nýtt ættarlið av demokratiskum politikarum fram, men eydnaðist hann aldrin av álvara at sláa ígjøgnum við sínum boðskapi.

Sostatt er talið av valevnum í Demokratiska flokkinum nú skorið niður í 20 valevnir. Fyrsti valdagurin er 3. februar, tá limir í Demokratiska flokkinum fáa møguleikan at atkvøða í Iowa. Síðsti statirnir greiða atkvøðu í juni. 

Eric Swalwell undir sjónvarpskjakinum í farna mánað. Mynd: Ritzau Scanpix