Tann koronusjúki er frískur

Tann persónurin, sum kom við Atlantic Airways leygardagin til Føroya og hevði korona, hevði andevni ímóti koronu í sær. – Viðkomandi er frískur og smittar ikki víðari, sigur landslæknin

Tað var sunnudagin, at boðini komu um, at ein koronatilburður varð staðfestur aftur í Føroyum. Tað var tann fyrsti tilburðurin síðani 22. apríl.

Men Lars Fodgaard Møller, landslækni, var ikki serliga bangin um tann tilburðin.

– Vit vænta ikki, at persónurin, sum fekk staðfest korona á flogvøllinum í Vágum í gjár, hevur smittað onnur, segði Lars Fodgaard Møller við in.fo sunnudagin.

Korona aftur í Føroyum: Vænta ikki at fleiri eru smittað

Hann vísti á, at talan helst var um gamla smittu, sum ikki smittar onnur.

Og hann hevði rætt. Viðkomandi persónur er nú kannaður nærri og staðfest er, at hann hevði andevni móti koronu í sær.

– Talan er tí um gamla smittu, sum ikki smittar víðari, sigur landslæknin.

Hann vísir á, at sjálvt um persónar eru vorðnir frískir av koronu, so kunnu teir framvegis hava andevni móti korona í sær í langa tíð aftaná.

– Ein av kanningunum fyrr í ár vísti, at viðkomandi hevði andevni í kroppinum sjey vikur eftir, at viðkomandi var frískur, sigur landslæknin.

Landslæknin vil ikki upplýsa, um talan er um ein føroying ella ein útlending, sum varð smittaður.

– Eg kann ikki upplýsa um tað vegna dátaverndina, sigur Lars Fodgaard Møller.

Men tað er viðkomandi hjá okkum í Føroyum at vita, um talan er um ein føroying ella ein útlending.

– Eg kann bara upplýsa, at viðkomandi var í flogfari á veg til Føroya leygardagin, sigur Lars Fodgaard Møller.

Nýggjastu tølini á koronaheimasíðuni vísa nú, at 16.887 kanningar eru gjørdar, 188 eru smittað, 188 eru frísk, eingin er smittaður, eingin er í sóttarhaldi, eingin er innlagdur og eingin er deyður av koronu í Føroyum.