Tasiilaq: 191 kynslig brotsverk í fimm ár

Tað eru serliga gentur í aldrinum 10-14 ár, sum eru fyri ágangi í grønlendska býnum.

 

 

Løgreglan í Grønlandi hevur í einari umfatandi kanning sett tøl á kynslig brotsverk móti børnum og ungum í grønlendska býnum, Tasiilaq. Niðurstøðan í frágreiðingini, sum er skrivað, er, at seinastu fimm árini eru 191 mál meldað um kynslig brotsverk.

Kanningin vísir, at gentur millum 10 og 14 ár eru mest útsettar fyri kynsligum brotsverkum í Tasiilaq. Tveir triðingar av meldaðu tilburðunum í tíðarskeiðnum 2014-2018 snúgva seg um gentur í hesum aldri.

Frágreiðingin, sum er skrivað og fyllir 69 síður, vísir eisini á ymisk tiltøk, sum kunnu fremjast fyri at byrgja upp fyri ógvusliga áganginum móti børnum og ungum í býnum. Í kanning sínari legði løgreglan sjey mál til síðis av ymiskum orsøkum. 

Tølini yvir kynslig brotsverk í Tasiilaq nevndu ár merkja, at talan er um umleið 40 nýggjar tilburðir á hvørjum ári, men løgreglan metir ikki, at tey hava fingið fatur í øllum málum, ið snúgva seg um kynslig brotsverk móti børnum í býnum.

Kanningin vísir eisini, at tann, sum fremur brotsverkið, oftast er ein maður í aldrinum, 15-30 ár. Tað vísir seg nevniliga, at menn í hesum aldri eru orsøk til fleiri enn helmingin av tilburðunum. Meira kann lesast um hetta mál í www.sermitsiaq.ag