Tatoveringin hevur veitt frið

Áðrenn eg var komin tríggjar mánaðir í barnsburðinum, misti eg mítt lítla baby, tí havi eg valt at tatovera ein babyeingil á armin

Ovarlaga á vinstra armi hevur Anne Priess eina tatovering av einum lítlum eingli. Tatoveringina fekk hon, tá ið hon sum 18 ára gomul misti barnið, hon gekk við.

Í blaðnum »Vikuskifti« í Sosialinum hetta vikuskifti er stórt tema um tatoveringar - har greiðir Anne Priess frá um tatoveringina, hon fekk sær til minnis um barnið, hon ongantíð fekk í armarnar. 

Les meir á temasíðunum hetta Vikuskifti, har vit millum annað eisini hoyra frá føroyskum tatovørum, fóki við fleiri tatoveringum og frá onkrum, sum hevur angrað sína tatovering.

Sosialurin er at fáa í sølubúðum kring alt landið, og hann kann eisini fáast talgildur her