Gulllaksavertíðin er í gongd og á Tavuni í Leirvík, har gulllaksurin verður skorin og malin til fars, er í løtuni eingin kreppa.

Tavan er von við stórar goymslur

- Eg vil ikki siga, at vit endiliga hava merkt øktan eftirspurning, men vit hava so heldur ikki merkt nakra minking, sigur Joen Magnus Rasmussen.

 

 

Gulllaksavertíðin er í gongd og á Tavuni í Leirvík, har gulllaksurin verður skorin og malin til fars, er í løtuni eingin kreppa.

 

Gulllaksavertíðin byrjar vanliga í fyrru hálvu av apríl, og í fleiri ár hava seks skip - ella trý partrolarapør - fiskað gulllaks í vertíðini. Vanligt plagdi at vera, at vertíðin vardi til nakað út á heystið, men sum árini eru liðin, er heildarkvotan minkað. Vertíðin hesaferð er fyrsta árið, at skipini, sum fiska gulllaks, hava eginkvotu.

Higartil í vertíðini hevur Tavan í Leirvík keypt nógvan gulllaks og stjórin, Joen Magnus Rasmussen, væntar, at gulllaksavirksemið í ár verður liðugt til ólavsøku.

Joen Magnus Rasmussen sigur, at tey hava havt nógv at gera, síðan vertíðin byrjaði í farna mánaði. Arbeitt verður vanliga í tvey-skiftivaktum, sum eru á 10 tímar hvør vaktin. Tá mest er at gera, hava fólk bara frí sunnudag, og síðan tørnar fyrra vaktin til aftur mánamorgun.

- Vit eru von við at virka nógv fars inn á goymsluna, og síðan verður vøran avskipað og seld, sum árið gongur.

Stjórin sigur, at higartil hevur korona-kreppan ikki havt stórvegis ávirkan á virksemið hjá Tavuni. - Gulllaksafarsið verður mest selt til handlar í norðurlondum, og tí vænta og vóna vit, at okkara virksemi ikki verður so hart rakt. Støðan er ivaleyst truplari hjá framleiðarum, har ein størri partur av søluni fer til matstovur, tí nógvar matstovur hava verið stongdar, sigur hann.

Joen Magnus Rasmussen vísir á, at nú korona-smitta hevur herjað, hava mong hildið seg heima við hús - ikki bara í Føroyum - men eisini í londunum rundan um okkum. - Tað merkir, at fólk hesa tíðina í størri mun enn áður sjálvi hava gjørt mat heima við hús, og hetta hevur faktiskt verið ein fyrimunur fyri okkara virksemi.

Stjórin í Tavuni sigur seg hava frætt frá keyparum, at eftirspurningurin eftir teirra vørum hevur verið heldur størri enn fyri kreppuna. - Eg vil ikki siga, at vit endiliga hava merkt øktan eftirspurning, men vit hava so heldur ikki merkt nakra minking, sigur Joen Magnus Rasmussen.

Tavan hevur higartil ikki havt brúk fyri almennum hjálparpakka, og stjórin væntar ikki, at hetta fer at gerast aktuelt.

##med2##

 

 

Gulllaksavertíðin er í gongd og á Tavuni í Leirvík, har gulllaksurin verður skorin og malin til fars, er í løtuni eingin kreppa.

Joen Magnus Rasmussen er stjóri í Tavuni í Leirvík.