Tavan sukursaltar rognini í Leirvík

- Eg ivist onga løtu í, at hetta er vegurin fram við útróðrarfiskinum, og tað verður hetta, sum kemur at gera, at alt í fiskinum fer at koma til sættis, sigur Johan Mortensen.

 

Á Tavuni í Leirvík verða rognini sukursaltað í tunnur og útflutt til Skandinavia.

Á Tavuni í Leirvík verða rognini sukursaltað í tunnur og útflutt til Skandinavia.

 

Seinnu árini hevur meira og meira verið frammi um, at allur okkara ráfiskur eigur at koma til sættis, bæði fiskurin sjálvur, høvd og allur innvølur. Hetta hevur tó higartil verið lættari sagt enn gjørt.

Á Sjógæti á Eiði taka tey ímóti daggomlum, ókruvdum útróðrarfiski við tí endamáli at lyfta undir dygdina á fiskinum - og í øðrum lagi at fáa mest møguligt av fiskinum til høldar.

Tá útróðrardagar eru stórir, kann tað vera trupult hjá einum, tveimum ella trimum monnum á báti at kryva allan fiskin so skjótt, sum hann helst átti at verið kruvdur.

Er nógvur fiskur á línuni, kann standa á at kryvja, og tá kemur fyri, at fiskurin, sum liggur niðast í pavni ella kassa liggur ov leingi óblóðgaður og ókruvdur.

Teir útróðrarmenn, sum hava avtalu við Sjógæti á Eiði, blóðga fiskin frá rulluni, og síðan fer hann í kar við ísvatni, har hann sleppur at bløða út. Síðan verður fiskurin kruvdur, tá hann kemur inn á virkið.

Royndirnar higartil vísa, at hetta gevur útróðrarfiskinum eina væl betri og javnari góðsku, og hetta gevur eisini virkinum møguleikan at brúka allan fiskin.

Johan Mortensen, konsulentur, sum hevur vitjað á virkinum á Eiði, heldur, at hetta er eitt frálíkt hugskot, og hann heldur eisini, at onnur virki, sum keypa útróðrarfisk, kundu gjørt slíkar royndir.

- Eg ivist onga løtu í, at hetta er vegurin fram við útróðrarfiskinum, og tað verður hetta, sum kemur at gera, at hesin fiskur - og alt, sum í fiskinum er - fer at koma til sættis.

Johan Mortensen, ið eisini ger konsulentvirksemi fyri Tavuna í Leirvík, sigur, at Tavan, sum seinastu 15 árini hevur keypt og sukursaltað rogn, aftur í vertíðini hesaferð keypir rogn.

- Tavan keypir rogn á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya, og keypt verður eisini frá virkjum, sum Tavan í Leirvík hevur avtalu við. Virkið keypir soleiðis nøkur tons av rognum um árið.

Johan Mortensen veit at siga, at á Tavuni í Leirvík verða rognini sukursaltað í tunnur og útflutt til Skandinavia. Ein partur av rognunum verða fryst.

##med2##

Á Tavuni í Leirvík verða rognini sukursaltað í tunnur og útflutt til Skandinavia.

Johan Mortensen, konsulentur.