Taka støðu til Platini í dag

Kreppufundur er í UEFA í dag, har limafeløgini skulu taka støðu til teirra egna forseta.

Muturgølan í FIFA, har fleiri av leiðandi persónunum í felagsskapinum, harímillum FIFA-forsetin Sepp Blatter, eru undir illgruna fyri fíggjarsvik og mutur, kann nú eisini fáa víttfevnandi avleiðingar fyri evropeiska fótbóltssambandið, UEFA.


Í dag er nevniliga kreppufundur í UEFA, har forsetarnir úr øllum 54 limalond eru savnaðir at viðgera støðuna í kjalarvørrinum av, at UEFA-forsetin, Michel Platini, eisini er undir illgruna. FSF-forsetin, Christian F. Andreasen er millum teirra, ið er á fundinum.


Platini er undir illgruna fyri at hava ólógliga tikið móti umleið 14 milliónir krónur frá FIFA-forsetanum Sepp Blatter. Illgrunin er so ítøkiligur, at etiska nevndin hjá FIFA í síðstu viku avgjørdi at fyribils suspendera bæði Platini og Blatter frá øllum FIFA virksemi, meðan málið verður kannað.


Tað hevur vakt illgruna, at Platini ikki fekk peningin frá Blatter fyrr enn níggju ár seinni, nevniliga í 2011. Einans nakrar fáar vikur seinni boðaði Platini frá, at hann stuðlaði Blatter til forsetavalið í FIFA í 2011.


Sjálvur vil Platini vera við, at peningurin var eitt seinkað gjald fyri arbeiði, ið hann gjørdi sum ráðgevi fyri Blatter í tíðarskeiðinum 1998 til 2002, og at talan var um eina munnliga avtalu millum seg og Blatter.


Ein teirra, ið hevur sátt iva um forkláringina hjá Platini, er fyrrverandi UEFA-forsetin Lennart Johanson, ið hevur ført fram, at Platini og Blatter onga tílíka avtalu høvdu.


- Eg var limur í leiðsluni hjá FIFA tá. Blatter hevði skyldu at boða frá slíkum avtalum, men tað hevur hann aldrin gjørt. Eg havi aldrin hoyrt um hesa avtaluna í FIFA.


- Hetta er rættiliga nógvur peningur, ikki ein lítil upphædd. Eg havi bara hoyrt í fjølmiðlunum, at Platini sigur seg hava ein sáttmála við FIFA, sigur fyrrverandi UEFA-forsetin við Inside World Football.


Bretska blaðið the Guardian veit at siga, at fleiri evropeisk fótbóltssambond, harímillum enska FA og danska DBU, umhugsa at taka teirra stuðul til Platini aftur, um advokatarnir hjá Platini ikki megna at prógva, at upphæddin var talan um eitt gjald fyri tænastur.