TB málverjin er innlagdur

Venjarin sigur, at Frederik Mehder minnist einki til tað, sum gekk fyri seg á vøllinum í Trongisvági ígjár, og Elmar Ósá, landsliðslækni, minnir á, at tað er sakkunnleikin á beinkinum, sum eigur avgerðina, um spælari er førur fyri at halda fram at spæla

Tað var øgiligur dramatikkur fram ímóti dystarenda, tá ið TB í gjár hevði vitjan av KÍ, og gestirnir skoraði sigursmálið til 2-1 við brotssparki.

Lítla løtu frammanundan lá TB málverjin, Frederik Mehder, á vøllinum. Hann var fekk stoyt í høvdið í samanbresti við ein mótstøðumann.

-Málverjin er innlagdur á sjúkrahúsið, og hann minnist einki frá dystinum ígjár, sigur TB venjarin Michael Winter við almennu facebooksíðuna hjá TB.

TB málverjin lá fitta løtu á vøllinum, og teir vóru á veg á vøllin við børu, men so reisti spælarin seg og gav tekin um, at hann var klárur at halda fram at spæla.

Útvarpið hjá Kringvarpinum hevði fyri løtu síðani samrøðu við Elmar Ósá, sum hevur ábyrgd av læknunum hjá FSF. Elmar Ósá undirstrikaði, at tað eiga ikki at vera spælararnir men tey, sum á beinkinum hava ábyrgd fyri heilsuliga partinum, ið gera av, um tað er ráðiligt hjá spælara eftir skaðasteðg at halda fram.

Í fyrsta umfari lá KÍ verjuspælarin Jesper Brinck eina løtu á vøllinum, áðrenn hann so spældi víðari. Tað vísti seg eftir dystin, at hann hevði fingið heilaskjálvta, og hann hevur ikki vant síðani, og hann spældi ikki ígjár.

Elmar Ósá segði við útvarpið hjá Kringvarpinum fyri løtu síðani, at ætlanin er at fara til feløgini at kunna tey um mannagongdir, og hvussu tað heilt ítøkiliga skal farast fram í sovornum støðum.

 

Tríggir dystir eru á skránni klokkan 15, og tað ber til at fylgja við her á in.fo og á FM1.