Gongur illa hjá Liberal Alliansu í nýggjari kanning

Dagsins veljarakanning í Danmark vísir, at tað gongur enn meira aftur hjá Liberalari Alliansu, og at Stram Kurs hjá Rasmus Paludan gongur fram.

Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá Anders Samuelsen og Liberalari Alliansu, síðani flokkurin kom upp í stjórnina

Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá Anders Samuelsen og Liberalari Alliansu, síðani flokkurin kom upp í stjórnina

Blái vongur hevur verið í mótvindi í veljarakanningum síðani fólkatingsvalið í Danmark varð skrivað út týsdagin, og Liberal Alliansa er ein av flokkunum, ið hevur havt tað truplast.

Flokkurin, sum fekk 7,5 prosent av atkvøðunum á seinasta fólkatingsvali, og sum síðani við sínum 13 fólkatingslimum kom upp í stjórnina, stendur í dagsins Voxmeter-kanning til bert at fáa 3,4 prosent av atkvøðunum.

Tað er tó ein statistisk óvissa í kanningini upp á 1,1 prosentstig upp ella niður.

Her er úrslitið av kanningini: Talið í klombrum er úrslitið á seinasta fólkatingsvali.

 

* Javnaðarflokkurin: 28,2 prosent og 51 fólkatingssessir (26,3 prosent)

* Tey Radikalu: 6,9 prosent og 13 fólkatingssessir (4,6 prosent)

* Tey Konservativu: 4,7 prosent og 9 fólkatingssessir (3,4 prosent)

* Nye Borgerlige: 1,5 prosent og 0 fólkatingssess (stillaði ikki upp)

* Sosialistiski Fólkaflokkurin: 6,7 prosent og 12 fólkatingssessir (4,2 prosent)

* Liberal Alliansa: 3,4 prosent og 6 fólkatingssessir (7,5 prosent)

* Kristindemokratarnir: 1,6 prosent og 0 fólkatingssessir (0,8 prosent)

* Danski Fólkaflokkur: 12,0 prosent og 22 fólkatingssessir (21,1 prosent)

* Vinstri: 19,1 prosent og 35 fólkatingssessir (19,5 prosent)

* Eindarlistin: 9,6 prosent og 17 fólkatingssessir (7,8 prosent)

* Alternativið: 3,4 prosent og 6 fólkatingssessir (4,8 prosent)

* Klaus Riskær Pedersen: 0,2 prosent og 0 fólkatingssessir (stillaði ikki upp)

* Stram Kurs: 2,3 prosent og 4 fólkatingssessir (stillaði ikki upp)

* Onnur: 0,4 prosent og 0 mandater

Reyði vongur (íroknað Alternativet): 54,8 prosent/ 99 fólkatingssessir.

Blái vongur (íroknað Stram Kurs): 44,8 prosent/ 76 fólkatingssessir.

 

Øll prosenttøl fyri flokkarnar eru rundað til ein desimal. Tað er tí, at talið tilsamans ikki verður akkurát 100.

Tilsamans 1003 persónar yvir 18 ára umboðandi og tilvildarliga valdir, eru við í kanningini, sum er grundað á telefonsamrøður gjørdar í tíðarskeiðnum 9. til 11. mai.

Voxmeter ringir hvønn dag til umleið 330 nýggjar veljarar, sum kanningin verður dagførd við.

Størsta statistiska óvissan fyri atkvøðutalið hjá ymsu flokkunum er 2,8 prosentstig (galdandi fyri Javnaðarflokkin). Síðani fellir óvissan við støddini hjá flokkunum.

 

Kelda: Voxmeter for Ritzau.

/ritzau/

Tað hevur ikki gingið eftir vild hjá Anders Samuelsen og Liberalari Alliansu, síðani flokkurin kom upp í stjórnina