Forkvinnan í Heilafelagnum leggur frá sær

Maud Wang Hansen takkaði fyri seg og fyri samstarvið í nevndini seinastu árini

Heilafelagið skipaði í gjár 30. mai fyri útsettum ársaðalfuni á Parnassinum á Hotel Føroyum.

Fyri at taka atlit til limirnar, ið eru í vandabólki, vóru tilmælini um tveir metra frástøðu hildin og fundurin varð tí hildin í leigaðum hølum á Hotel Hafnina.

Veðrið var av tí allar besta og Hvítusunnan stó fyri framman, tó møttu limirnir upp til aðalfundin, har eitt nú viðtøkubroytingar vóru samtyktar. Heilafelagið hevur fingið nýggja undirheitið, felagið fyri fólk við seinheilaskaða og metir nevndin at hetta er eitt savnandi heiti fyri limirnar í felagnum.

Maud Wang Hansen, forkvinna í Heilafelagnum seinastu knapt fimm árini, stóð fyri vali og tók ikki við afturvali.

– Hon takkaði fyri seg og fyri góða samstarvið í nevndini hesi árini. Uppgávurnar eru nógvar og hóast tað tekur drúgva tíð á koma á mál við tíðandi broytingum, so eru nøkur mál nádd. M.a. fegnast fráfarna forkvinnan um at vælferðarlógin nú er samtykt í løgtinginum, verður sagt í tíðindaskrivi.

Fyri vali stóu eisini kassameistarin Estur Lognberg, nevndarlimur og stovnari av Heilafelagnum Jógvan Telling og tiltakslimur Sunneva Davidsen. Hesi vóru øll afturvald og Sunneva varð vald í nevndina. Hanisna Berg varð vald nýggj í nevndina og Randi Johannesen varð vald tiltakslimur.

Í nevndini eru nú:

Maria Samson Christensen, Emil Michelsen, Hjalti Skaalum, Jógvan Telling, Sunneva Davidsen, Hansina Berg og tiltakslimir eru Tove Johansen og Randi Johannesen.

Á regluligum nevndarfundi mikudagin 3. juni skipar nevndin seg av nýggjum.