Teir eru ringir at taka í fiskiskapi

Á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík seinasta vikuskiftið varð avdúkað, hvørji bestu skip og bátar vóru í 2018 – í nøgd og veiðivirði

 

Tað eru serliga Klakkur (mynd) og Kambur, ið bæði eru frystilínuskip, sum hava kappast um nøgd og veiðivirði í fleiri ár.

Tað eru serliga Klakkur (mynd) og Kambur, ið bæði eru frystilínuskip, sum hava kappast um nøgd og veiðivirði í fleiri ár.

 

Í fleiri førum eru somu skip og bátar best, bæði í nøgd og veiðivirði, men tað eru undantøk, har eitt skip ella bátur hevur størstu nøgd, og eitt annað skip ella bátur í sama bólki hevur størsta veiðivirði.

Soleiðis gekk eitt nú millum trolararnar í bólki 2. Her var Skoraberg (KG 380) bestur í nøgd - og Brestir (VA 705) bestur í veiðivirði. Í stuttum kann sigast, at Skoraberg telist millum teir seks ísfiskatrolararnar, sum eru á gulllaksaveiði frá apríl til nakað út á heystið.

Brestir er fyri nøkrum árum síðan umbygdur, soleiðis at teir kunnu frysta veiðina umborð.

Av línuskipum, sum eru størri enn 110 tons, bólkur 3, gjørdist Klakkur (KG 9) bestur, bæði í nøgd og veiðivirði. Klakkur hevur ligið í oddinum í føroyskari línuveiði í fleiri ár.

Útróðrarbáturin Brandur (KG 557) gjørdist bestur bæði í nøgd og veiðivirði millum útróðrarbátar í bólki 4A, sum eru bátar millum 15 og 40 tons. Brandur hevur einar átta ferðir seinastu árini – tó ikki øll árini fylgjandi – verið bestur í sínum bólki.

Millum teir størru útróðrarbátarnar ella smáu línubátarnar í bólki 4B, sum eru bátar úr 40 til 110 tons, gjørdist Volunteer bestur, bæði í nøgd og veiðivirði, og hann hevur eisini ligið í oddinum í fleiri ár.

Í 2018 hevði trolbáturin Jens Leon (FD 830) størstu nøgd og størsta veiðivirði í sínum bólki, 4T, og garnaskipið Thor (VN 87) endaði ovast í sínum bólki, bæði í nøgd og veiðivirði.

Hyggja vit at enda eftir teimum smáu útróðrarbátunum í bólkunum 5A og 5B, sum eru bátar smærri enn 15 tons, gjørdist Falkurin (FD 660) bestur í nøgd og veiðivirði í bólki 5A, sum eru fullriknir bátar.

Í bólki 5B gjørdist Katrin (FD 771) best í nøgd – og útróðrarbáturin, Anna Maria (VA 369), best í veiðivirði. Katrin er báturin í Søldarfirði, sum eisini plagar at fiska brisling og sild á firðum og sundum.

Tað eru serliga Klakkur (mynd) og Kambur, ið bæði eru frystilínuskip, sum hava kappast um nøgd og veiðivirði í fleiri ár.