Teir stóru víðari til Wimbledon endaspurt

Glyn Kirk/Ritzau Scanpix

Glyn Kirk/Ritzau Scanpix

Áttandapartsfinalurnar í harratennis í Wimbledon vórðu avgreiddar í dag, og farið verður undir fjórðingsfinalurnar í morgin, eru tríggir teir ovastu á ATP listanum, Djokovic, Federer og Nadal, framvegis við í kappingini.

Federer gekk ígjøgnum Matteo Berrettini á Center Court við settúrlistunum 6-1 6-2 6-2.

Kei Nishikori spældi móti khazakstanska Mikhail Kukushkin, og vann í fýra settum við settúrslitunum 6-3 3-6 6-3 6-4.

Heldur óvæntað vann argentinin Guido Pella á Milos Raonic í einum spennandi fimm settara. Guido Pella, ið ongantíð er komin fram við 3. umfari í nakrari Grand Slam, vann dystin, eftir at Raonic spældi bóltin óprovokerað í netið við match point. Settúrslitini vóru 3-6 4-6 6-3 7(7)-6(3) 8-6.

Serbiski risin, Novak Djokovic, tók á vølli 3 ímóti franksa Ugo Humbert, og vann ein tryggan sigur í trimum settum. Settúrlitini vóru 6-3 6-2 6-3. Talan var um ein lættan dyst fyri Wimbledon vinnaran frá í fjør, og tað tók honum bert ein tíma og 42 minuttir at senda unga franskmannin heim.

Á vølli 12 var amerikansk uppgerð millum Sam Querrey og Tennys Sandgren. Sam Querrey, sum annars sendi Dominic Thiem longu í fyrsta umfari, mátti tó berja seg gjøgnum trý tiebreaks móti Sandgren. Sandgren megnaði tó ikki at standa ímóti servunum hjá Querrey, og við setúrslitunum 6-4 6(6)-7(9) 7(7)-6(3) 7(7) - 6(5) spældi Querrey seg í fjórðingsfinalurnar á Wimbledon fyri 3. ferð.

Á vølli 18 tók spanski Roberto Bautista Agut móti franska Benoit Paire, og vann Agut tryggan sigur í trimum settum við settúrslitunum 6-3 7-5 6-2.

David Goffin vann í fýra settum á Fernando Verdasco, meðan Rafa Nadal í seinastu 8. partsfinaluni gjørdi sína skyldu og sendi portugisiska grannan Joao Souza heim við settúrslitunum 6-2 6-2 6-2.

Fjórðingsfinalurnar verða spældar í morgin, og tær síggja soleiðis út:

Djokovic - Goffin

Pella -Bautista Agut

Nishikori - Federer

Querrey - Nadal

Glyn Kirk/Ritzau Scanpix