Teistin er nakað seinkaður

Strandfaraskipið Teistin, sum sambært ferðaætlanini skuldi loysa á fyrsta túri úr Skopun í morgun klokkan 06.45, hevur júst loyst.

 

Fólk úr Sandoynni, sum høvdu ætlað sær at møtt tíðliga til arbeiðis í høvuðsstaðnum í morgun, noyðast at smyrja seg við, at tey verða nakað seinni í Havn enn ætlað.

Strandfaraskipið Teistin, sum sambært ferðaætlanini skuldi loysa á fyrsta túri í Skopun í morgun klokkan 06.45 og soleiðis longu skuldi verið á Gomlurætt, hevur júst loyst.

Tað er okkurt óhapp, sum hevur gjørt, at skipið ikki kundi loysa fyrr enn nú, men júst í hesi løtu verður stevnt út úr havnini Skopun. 

Teistin eigur sambært ferðaætlanini at fara á øðrum túri úr Skopun aftur klokkan 08.10, og henda fráferð verður so nakrar minuttir seinni enn ætlað.

Soleiðis verður eisini fyrsti túrur av Gomlurætt í morgun sigldur nakað seinni enn ætlað.