Teistin fær hjálp til flutning um Skopunarfjørð

- Eg fegnist um, at eitt samt løgting tók undir við hesum, sigur Brandur Sandoy, løgtingsmaður í Sandoynni.

 

Í dag hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, fingið heimild frá løgtinginum at keypa og rigga til ferju, sum eftir ætlan skal sigla um Skopunarfjørð við tungari ferðslu.

- Eg fegnist um, at eitt samt løgting tók undir við hesum vildi víkja frá øllum tíðarfreistum í hesum føri, sigur Brandur Sandoy, løgtingslimur, á sínum Facebook-vanda nú seinnapartin.

Brandur Sandoy vísir á, at ein slík loysn er harðliga tiltrongd á farleiðini.

Tað er serliga, síðan arbeiðið at byggja undirsjóvartunnilin fór í gongd, at nógv tung ferðsla hevur verið um jørðin. Men, fiskavirkið í Skopun, sum fær allan fiskin suður í stórum bilum, krevur eisini sítt.

- So hopa vit, at landsstýrismaðurin hevur hægsta boð, og at skjótt verður atborið, leggur løgtingsmaðurin aftrat.

Nógv trýst var eisini á farleiðini, áðrenn byggingin av undirsjóvartunlinum byrjaði, og nú verður eisini arbeitt við tunlinum millum Húsavík og Dal. Nógv persónbilaferðsla er eisini til og úr Sandoynni.