Teistin fer nú at rulla minni

MEST sett Wavefoil veingir á Teistan

Meðan Teistin hevur verið til viðlíkahald á MEST, hevur MEST í samstarvi við eigarnar av norsku fyritøkuni Wavefoil sett veingir á skipið har frammi beint aftan fyri kúlustevnið. Arbeiðið hevur verið lagt soleiðis til rættis, at hetta er gjørt samstundis sum vanliga viðlíkhaldsarbeiðið er gjørt.

##med2##

Skipanin hevur við sær, at skipið verður meiri støðugt í sjónum. Talan er um eina skipan, sum kann føra ein vong út báðu megin skipið, tá tørvur er á tí – og taka veingirnir innaftur, tá tørvur ikki er á tí.

Við hesi loysnini fer skipið at liggja betri í sjónum í ringum veðri. Tað, at veingirnir eru staðsettir heilt har frammi ger, at skipið ikki setur so hart í mun til aldurnar. Fyri ferðafólk merkir hetta, at skipið væntandi rullar minni enn vanligt, og at komforturin umborð tí verður størri.

##med3##

Talan er um slóðbrótandi nýhugsan, sum norska fyritøkan Wavefoil stendur fyri. Fyritøkan hevur granskað í hesum seinastu níggju árini, og er Teistin tað fyrsta skipið, sum nú fer at royna hesa skipan av.

Wavefoil heitti fyrr í summar á MEST um at verða við í hesi verkætlan. Nógv av fyrireikandi arbeiðinum er gjørt í byggihøllini hjá MEST í Havn, har ein 4 metur innsatstur er bygdur og Wavefoil skipanin ísett. Hol bleiv síðani gjørt í bógvin og skipanin sett í.