Teitur á donskum festivali

 

Konsert pianisturin Katrine Gislinge stendur aftanfyri ætlanirnar um Frederiksberg Festspil, har Teitur millum onnur er á skránni.

Gislinge sigur við Gaffa.dk, at hetta er ein dreymur at sleppa at skipa fyri einum festivali, har hon býr. Tónleikliga verður latið upp fyri mongum tónleikasløgum.

Millum tey, sum er á skánni, eru Teitur, Cæcilie Norby, Andrea Pellegrini, og onnur.

Festivalurin verður í døgunum 17. til 20 september 2020