Teitur fekk Medinu at fella nøkur tár

Føroyski sangarin gav kenda popplagnum "For altid" heilt nýtt lív í kvøld

Føroyski sangarin, Teitur Lassen, hevur sunnudag eftir sunnudag yvirraskað við sínum heilt serligu tulkingum í donsku sendingini, Toppen af Poppen, har kendir tónleikarar tulka sangir hjá hvørjum øðrum.

Í kvøld átti poppstjørnan Medina tørn at sita í heita stólinum og lurta eftir hinum fimm sangarunum tulka hennara sangir.

Eingin ivi er um, at Teitur átti serligastu løtuna í hesum partinum. Hann hevði tikið hinar luttakararnar eitt fitt petti burtur frá hotellinum, har tónleikararnir gistu, har hann hevði riggað til sína lítlu konsert nærindis strondina. Hann hevði valt at tulka kendu landapláguna "For altid".

##med3##

Hetta var heilt vist tann mest orginala tulkingin higartil í hesari sesongini av Toppen af Poppen. Við violin og pedal megnaði Teitur í sínari føroysku troyggju at ganda popplagið hjá Medinu til eitt friðarligt og heilt egið lag. Danirnir sótu sum trøllabundnir í sandinum, og Medina bleiv so mikið rørd at tulkingini hjá Teiti, at hon feldi nøkur tár. 

- Eg elski teg! Hatta var sjúkt! segði hon til síðst, áðrenn hon fór upp at klemma føroyska tónleikaran. Soleiðis hevur Medina óivað ongantíð hoyrt nakran syngja nakað lag hjá sær.

Til ber at hoyra lagið og síggja serligu løtuna her:

##med2##

Næsta sunnudag eigur Teitur tørn at sita í heita stólinum. Tá verður spennandi at síggja, hvussu Medina og hinir luttakararnir fara at tulka sangirnar hjá Teiti.

Toppen af poppen: Teitur fortolker Medina