Teitur skal við í "For lækker til love"

Hann hevur júst vunnið Paradise Hotel, og nú verður hann við í enn einari sjónvarpsrøð

Ársins luttakarar í "For lækker til love" (Mynd: TV3)

Ársins luttakarar í "For lækker til love" (Mynd: TV3)

Fyri løtu síðani varð avdúkað, hvørjir persónar eru við í nýggjastu sesongini av kendu donsku sjónvarpsrøðini, "For lækker til love". Millum luttakararnar er føroyski Teitur Skoubo, sum vann ársins Paradise Hotel sjónvarpskapping.

Tað hava leingi verið leysasøgur um, at Teitur Skoubo skal luttaka í enn einari sjónvarpsrøð, og fleiri hava gitt nettupp "For lækker til love". Nú er tað í øllum førum staðfest, og hetta avdúkaði nýggja føroyska realitystjørnan á sínum Instagram-vanga í áðni.

##med2##

Hinir luttakararnir eru Simona frá ‘Prinsesser fra Blokken', Julie frá ‘Love Island’, Lenny frá ‘Paradise Hotel’ og Rasmus frá ‘X Factor’.

Ársins luttakarar í "For lækker til love" (Mynd: TV3)

Teitur Skoubo (Mynd: TV3)