Tekur nakrar vikur at gera Arctic Voyager aftur

– Eg veit ikki enn, hvussu leingi tað fer at taka at gera skipið aftur, men tað verður nakrar vikur, sigur Mouritz Mohr, stjóri á Mest

Í síðstu viku varð Arctic Voyager tikin upp á beding á Mest í Havn. Kúlustevnið hevur fingið skaða, og skipið hevur fingið nøkur hol og fleiri buklur.

Arctic Voyager er tryggjaður hjá Betri Trygging, og fólk haðani hava verið og kannað skaðan.

Virgar Dahl, sjókundastjóri hjá Betri Tryggin, sigur, at teir hava kannað skaðan, men at hann kann ikki upplýsa almenninginum um nakað hesum viðvíkjandi. Tað er eitt mál millum teir og reiðaríið.

##med2##

Tveir reiðarar eru hjá Arctic Voyager, Tummas Christophersen og Mikkjal Hammer, men hvørgin av teimum hevur viðmerking til málið.

Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum sigur, at teir ikki enn eru lidnir við frágreiðingina.
– Vit vilja hava alt rætt, og so kanna vit eisini, um tað er nakað fordømi, sigur Hans Johannes á Brúgv.

Tað var sunnukvøldið 3. november, at Arctic Voyager rendi á landi norðuri á Enni í Fuglafirði. Hann slapp av aftur við egnari megi. 


Lesið meira her:

Tøkni var ikki orsøk til óhappið

Arctic Voyager slapp sjálvt av aftur

Arctic Voyager rent á land í Fuglafirði

Eingin sjófrágreiðing um Arctic Voyager

Myndir: Hol og buklur á Arctic Voyager