Tekur steðg frá valstríðnum

Forsetavalevnið varð fyrr í dag lagdur undir skurð fyri ein hjartatilburð

78 ára gamli Bernie Sanders, eitt av forsetavalevnunum hjá Demokratiska flokkinum, hevur avgjørt at taka ein steðg frá valstríðnum.

Tað hendir aftaná, at hann fyrr í dag bleiv lagdur undir skurð í samband við ein hjartatilburð. Tað skrivar bretska tíðindastovan BBC.

Tað var á einum valfundi í gjár í amerikanska statinum Nevada, at forsetavalevnið bleiv illa fyri. Eftirfylgjandi kanningar á einum sjúkrahúsi staðfestu, at neyðugt var at leggja forsetavalevnið undir skurð.

Tað er óvist hvussu langur steðgurin verður. Ógreitt er eisini, um hann megnar at vera klárur til 15 oktober, tá demokratisku valevnini møtast til enn ein beinleiðis valfund.

Sambært veljarakanningunum liggur Bernie Sanders á einum triðja plássi av forsetavalevnunum, aftanfyri Joe Biden og Elizabeth Warren, ið liggja ávikavist á einum fyrsta og øðrum plássi.