Jørgen og Cameron tosa um makrel

Á leiðarafundinum hjá “European conservatives and reformists,” fær Jørgen Niclasen møguleika at greiða bretum frá makrel-málinum

 

 

European conservatives and reformists er europiski felagsskapurin hjá konservativa flokkinum í Bretlandi. Hetta er ein konservativur og borgarligur felgsskapur, ið er serstakliga skeptiskur mótivegis ES.

 

Á fundinum luttekur bretski forsætisráðharrin, David Cameron.

Fyri fólkaflokkin Jørgen Niclasen, formaður fólkafloksins, og Hanus Samró.

 

Umframt at føroysku umboðini hjá Fólkaflokkinum her kunnu skifta orð við samsint um ES, fær Jørgen Niclasen nakrar minuttir saman við bretska forsætisráðharranum, David Cameron. Her ætlar Jørgen sær at greiða David Cameron frá nøkrum føroyskum viðurskiftum. Teirra millum makrel-málinum, sum tað sær út úr okkara sjónarhorni.