Terje B. Vestergaard tikið sæti á tingi

Á tingfundinum í morgun bað Kristin Michelsen, løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins, um farloyvi, og í hansara stað hevur Terji B. Vestergaard tikið sæti á tingi.

Myndina hevur Bill Justinussen, løgtingsmaður Miðfloksins, tikið á tingfuninum í morgun.

Myndina hevur Bill Justinussen, løgtingsmaður Miðfloksins, tikið á tingfuninum í morgun.

Hóast Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, er næsti maður, hevur hann boðað frá, at hann kann ikki møta. Tí fall valið á Terja B. Vestergaard, sum er triði á maður á listanum hjá Sjálvstýri.

Terje B. Vestergaard fekk 116 atkvøður við løgtingsvalið, og tekur tí sæti á tingi fyri fyrstu ferð. Hann er 46 ára gamal.

Hann býr í Saltangará, er giftur við Birnu, og eiga tey trý børn.

Terje B. Vestergaard er ikki ókendur við politiskt arbeiði. Hann hevur í átta ár verið uppí í kommunal politiskum arbeiði og er varaborgarstjóri í Runavíkar Kommunu.

Myndina hevur Bill Justinussen, løgtingsmaður Miðfloksins, tikið á tingfuninum í morgun.