Tesla missir 4,7 milliardir fyrsta ársfjórðing

El-bilaframleiðarin við Elon Musk á odda hevur mist nógvar pengar upp á ikki at kunna lata kundunum nóg nógvar bilar.

Tesla hevurmist 4,7 milliardir krónur í fyrsta ársfjórðingi 2019.

Tað sæst í ársfjórðingsroknskapinum hjá felagnum, sum millum annað framleiðir el-bilar og battarí.

Stóra hallið skyldast, at tey ikki hava megnað at latið nóg nógvar bilar til kundarnar, og at Tesla hevur lanserað eina bíligari útgávu at el-bilinum Model 3 Sedan.

Felagið uppl´syir, at tey eisini rokna við einum halli í øðrum ársfjórðingi.

Elon Musk lovar, at Tesla kemur við einum yvirskoti í triðja ársfjórðingi.

– Tá vit síggja virknaðin av at kunn alata fleiri bilar og minni útreiðslur, vænta vit at tjena pengar í triðja ársfjóðringi og eitt minni hall í øðrum ársfjórðingi, sigur Elon Musk í brævi til íleggjarar.

Tesla uppl´syir, at tey rokna við at kunna lata upp ímóti 400.000 el-bilar í 2019, og tálið kann møguliga koma upp á 500.000

 

/ritzau/Reuters

 

(REUTERS/Jason Lee/File Photo)