Tey duga at skipa ferðavinnu

Í einari bygd í Lofoten búgva 22 fólk, men her koma 200.000 ferðafólk um árið.

 

 

 

Bygdin Uttakleiv, sum liggur á Vestvågøy, ið norðmenn rópa oynna í Lofoten, hevur nú fingið virðisløn og rós fyri at duga væl at taka ímóti ferðafólki og at skipa ferðavinnu. Í bygdini búgva 22 fólk og talið av ferðafólki, sum vitja gjøgnum eitt ár, liggur um 200.000.

Uttakleiv er kend sum ein sjarmerandi bygd, sum liggur út móti stórhavinum. Avbjóðingarnar hjá fólkinum í bygdini vóru, at ferðafólk kampaðu ymsastaðni, og gøtur blivu burtur av nógvari gongd og endaðu sum runudýki.

Nú hevur so norski landbúnaðar-og matvøruráðharrin, Olaug Bollestad, verið í bygdini og latið fólkinum á staðnum eina virðisløn. - Fólkið á staðnum hevur eftir egnum initiativi sett í verk eitt mentanarligt landslag á ein burðardyggan hátt, sigur ráðharrin.

##med2##

Ráðharrin vísir á, at fólkið á staðnum hevur skipað toilettviðurskiftini, móttøku av burturkasti, parkeringspláss, kamping-og tjaldingarpláss og bara hetta hevur í sær sjálvum verið viðvirkandi til, at tað er vorðið attraktivt at vitja Uttakleiv, sigur Olaug Bollestad við NRK.

Virðislønin, sum fólkið í lítlu bygdini Uttakleiv í Lofoten hevur fingið, kallast "Den nasjonale kulturlandskapsprisen".

##med3##