Tey eiga tvey tvíburapør

Tað er so umráðandi fyri okkum, at øll fýra føla, at tey hava tíð saman við okkum. Tað kann tó vera torført at fáa tíðina at røkka, sigur, Barbara Tausen, mamma at tveimum tvíburapørum

31 ára gamla Barbara Tausen og 30 ára gamli Gunnar í Dali eiga tvey tvíburapør, nevniliga Rúnu og Rósu, sum eru fimm ár og Rana og Ritu, sum eru eitt ár. 

– Tað sum er serstakt við okkara familju er, at børnini hjá okkum deila alt. Tey deila føðingardag, tey fylgjast í barnagarðinum og skúlanum. Allan teirra uppvøkstur hava tey eitt systkin við sína lið. Í okkara familju er tað dubult av øllum - mussum, klemmum og látri, sigur Barbara Tausen, mamma at tveimum tvíburapørum.

– Gerandisdagarnir eru rokaligir, so vit royna altíð at njóta tíðina saman í vikuskiftinum. Vit fáa ótrúliga góða hjálp frá báðum ommunum og abbunum, og tað er gull vert. Størstu gleðirnar við at hava tvey sett av tvíburum er uttan iva at síggja gleðina, tey hava av hvørjum øðrum. Børnini hjá okkum eru øll fødd við einum besta vini fyri lívið, og tað eru vit ótrúliga takksom fyri, sigur hon.

Les longri samrøðu við Barbaru Tausen í blaðnum Vikuskifti í Sosialinum, har vit hava longri tema um tvíburar. Sosialurin er at fáa í sølubúðum kring landið.