Tey eru vakna við kaldan dreym á Vaglinum

Tá ið eg í lesaragrein, vísti á at tað skal byrjast at byggja nýggjan eldradepil í Kollafirði næsta ár, er borgarstjórin skjót úti og sigur eisini at hetta skal gerast næsta ár. Hóast at samgongan júst hevði raðfest hetta fram til 2025, har ein langtíðarfígging skuldi gerast. Byrjanin var at seta 2 milliónir til staðseting og projektering. Men hetta skuldi nú alt broytast, eldradepilin skuldi byggjast næsta ár.

Hetta er alt tóm lyftir. Eldradepilin er ikki framskundaður og er ætlanin hin sama sum mín grein um hesa støðuna lýstið. Eg eri ikki kløkkur av hesum, men at tað er so sjónligt, ger at eg næstan sýggi hetta sum beinleiðis lygnir at seta fram fyri kollfirðingum.
Eg havi roynt at fingið fatur á fíggjarætlanini, men hon er ikki at fáa fatur á enn, hóast kommunan sigur hon liggur alment frammi. Tað tú kemur inná undir teiginum Fíggjarætlan 2021 er ein tekstagrein hjá borgarstjóranum sjálvum, har hon tekur ítøkjuliga raðfestingar fram – heilt niður í 500.000,00 ið eru sett av til arbeiði í Hoyvíkshøllini. Hetta er gott fyri tað sum væntar í Hoyvík, men hon nevnir onki um Kollafjørð. Onki um eldradepil ella reinsiverk sum bleiv lovað kollfirðingum á facebook fyri nøkrum døgum síðan. Hetta er ikki tað signalvirðið vit høvdu væntað í Kollafirði.
Eg havi ikki sæð sjálva fíggjarætlanina fyri 2021, men hetta hevur ikki verði raðfest av hesum býráði og komandi ár hava vit eitt nýtt býráð og tí eru øll hesi viðurskiftir sera óviss. Tað kann takast sum at hetta als ikki hevur tað raðfesting tað eigur.
Eldradepilin er ikki framskundaður – ein slíkur depil fær nóg illa sett stoypiformar upp fyri 2 milliónir.
Hetta er alt bara hin kaldi dreymurin hjá borgarstjóranum og sitandi meiriluta, nú 2 mánaðir undan valinum 10 nov.
Staðfestast kann, at heldur núverðandi meiriluti fram, so er og verður ongin broyting !

Set krossin við Bergur Robert Dam Jensen til býráðval í Tórshavnar kommunu 10 nov. 2020