Tey gleða seg til í heyst

Hetta til stórt gagn fyri fólkið og okkara eftirkomarar, siga tey í Hagafelagnum

Tey gleða seg til, at gjaldsportur, sum hetta í Saksun, verða forboðin við lóg

Tey gleða seg til, at gjaldsportur, sum hetta í Saksun, verða forboðin við lóg

Tað er gleðiligt at frætta, at landsstýrismaðurin í vinnumálum nú ætlar í løgtingið við einum lógaruppskoti, sum skal tryggja rættin hjá vanliga borgaranum til at ferðast í náttúruni.

Tað halda tey í Hagafelagnum, nú Helgi Abrahamsen hevur boða frá, at hann fer at leggja eitt uppskot fyri Løgtingið um at at skipa viðurskiftin á hesum øki. Og meginreglan verður, at øll skulu hava rætt til at ferðast í náttúruni.

Vit hava fleiri ferðir víst á, at tað er týdningarmikið at fáa staðfest hendan rættin í lóg, siga Rúna Hjelm, forkvinna og Magnus Gaard, næstformaður, í Hagafelagnum.

 

Í Hagafelagnum halda tey at tað er avgerandi at tryggja rættindini hjá fólki at fara í hagan, heilt úr fjøru niðan á fjallatind, og tað er eisini avgerandi, at vit verja náttúruna.

– Føroyingar hava drúgva siðvenju at leita sær í hagan og teir eru tætt knýttir at náttúruni. Her er bæði talan um sunnudagstúrar við familjuni, fjallatúrar við vinfólkum ella kvøldartúrar í einsemi at njóta fuglaljóð, havsins andadrátt og litspælið í fjølbroytta plantulívinum, sum tey taka til.

– Ein týdningarmikil partur av okkara uppaling, mentan og samleika liggur í sambandinum við náttúruna. Náttúran er eisini av alstórum týdningi, tá tað snýr seg um likamliga og sálarliga heilsu, leggja tey afturat.

Seinastu árini er tíverri tað hent, at ivi er sáddur um rættindini til at fara í hagan. Summastaðni verður gjald kravt fyri at fara út um bøgarðarnar.

– Tað er eitt sera óheppið rák, sum fær ta avleiðing, at tað ikki longur verður natúrligt hjá uppvaksandi ættarliðnum at leita sær í hagan, sigur Hagafelagið.

– Hagafelagið heldur tískil, at tað hevur avgerandi týdning at tryggja rættin hjá landsins borgarum til náttúruna, har atlit sjálvandi skulu takast til landbúnaðarvirksemi og náttúruvernd.

Tað eigur at verða gjørt við at samtykkja eina lóg, sum staðfestur hvørsmansrættin hjá føroyingum ásama hátt sum okkara grannalond, Noreg, Ísland, Svøríki og Skotland, hava gjørt.

Og tað eigur at verða gjørt við at seta bann fyri at hagar taka atgongugjald frá føroyingum at fara í hagan, uttan tá ið talan er um túrar við ferðaleiðara.

Hetta er eisini heilt í samsvari við vallyftini hjá løgmanni og formonnunum í politisku flokkunum. Í formansrunduni í sjónvarpinum 6. august – tríggjar vikur fyri løgtingsvalið – søgdu floksformenninir í stóru flokkunum á tingi, at føroyingar skulu kunna ferðast frítt í náttúruni.

Bárður á Steig Nielsen formaður í Sambandsflokkinum, og løgmaður, segði:

Føroyingar skulu hava frítt at ganga í haga og fjøru. Ongin ivi um tað” og ”…tað er ongin ivi um, at vit sum politisk skipan eiga at tryggja at hvørsmansrætturin verður virdur. Tað at ganga í haga og fjøru, tað skulu allir føroyingar hava rætt til – ókeypis

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum og landsstýrismaður í fíggjarmálum, segði:

Atgerðarloysið hjá hesum landsstýrinum má steðgast. Teir hava ikki klárað at gjørt eina avtalu við jarðeigarar soleiðis at allir føroyingar kunnu ganga frítt í haga. Tað skal taka okkum ein, tveir mánaðir, so er tað upp á pláss.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi og tingmaður fyri flokkin, segði:

Vit eiga øll hetta landið og hava rætt til sjálvandi at njóta og virka og hava trivnað í landinum. So tað er klárt at føroyingar skulu hava rætt til at vera í náttúruni og ferðast frítt á sjógvi og landi...

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum og tingmaður fyri flokkin, segði, at:

Føroyingar skulu ferðast ókeypis í fjøllum, í haga og í fjøru um tað skal vera

– Við so greiðum lyftum frá okkara politisku skipan gleða vit okkum til at fáa rættin hjá føroyingum at fara út í okkara náttúru staðfestan í lóg. Hetta til stórt gagn fyri fólkið og okkara eftirkomarar, siga tey í Hagafelagnum.

Tey gleða seg til, at gjaldsportur, sum hetta í Saksun, verða forboðin við lóg