Tey gomlu skulu hava eina serliga verju – akkurát sum børnini

Tað er sjálvsagt, at býráðið í Havn tekur tað upp

Bjørghild Djurhuus, býráðslimur og sjúkrasystir, sigur at tað eru eldri fólk sum bæði búgva og liva óvirðiligt

Bjørghild Djurhuus, býráðslimur og sjúkrasystir, sigur at tað eru eldri fólk sum bæði búgva og liva óvirðiligt

Tey gomlu eiga at váa eina eldravernd, akkurát, sum børnini hava eina barnavernd.

Tað heldur Bjørghild Djurhuus, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Havn, og tí hevur hon nú reist spurningin í býráðnum í Havn.

Hon er eisini heimasjúkrasystir og sostatt er hon mangan heima hjá eldri fólk. Og hon sigur, at tað hevur meiri enn so hent seg, at hon er komin heim til fólk, sum bæði hava búð og livað óvirðiligt.

– Tey livdu undir umstøðum, sum vóru so vánalig, og tey høvdu so vánaligan mat, at tað setti heilsuna í vága, sigur hon.

Tí heldur hon, at vit eiga at skipa eina serliga nevnd, sum kann vara av teimum, og hjálpa teimum, akkurát sum vit hava eina barnavernd, sum varar av børnum og hjálpir teimum, sum ikki hava tað gott.

– Eg veit, at vaksin fólk hava sín fría vilja at liva sum tey vilja, men eg eg haldi, at tað eru summi, sum klára seg, og sum onkusvegna missa tamarhaldið á gerandisdegnum, sigur Bjørghild Djurhuus.

Annika Osen, borgarstjóri, sum eisini er fyrrverandi landsstýriskvinna í almannamálum, sigur, at hetta er eitt gott hugskot, og hon sigur, at hon er samd í hesum.

Hon vísir í, at í eldralógini, sum varð smíðað á sinni, er ein orðing, sum minnir um barnaverndarlógina.

– Tað merkir, at heilsustarvsfólk, avvarðandi, og onnur, sum ansa eftir, at eldri fólk liva undir ótolandi umstøðum, hava beinleiðis skyldu til at boða myndugleikunum frá, sigur Annika Olsen.

Hon sigur, at hetta var fyrstu ferð í føroyskum lógarsmíði, at hugsa var um rættartrygdina hjá eldri fólki, sum høvdu vánaligar umstøður og eini ella aðrari orsøk.

Tí heldur Annika Olsen, at stundin er komin til at endurskoða eldralógina á hesum øki, tí viðhvørt koma gomul fólk í eina støðu, sum ger tey akkurát líka hjálparleys, sum børn eru.

Og hon heldur, at hetta er eitt mál, sum tað er sjálvsagt hjá býráðnum at taka upp, so at málið kundi verið reist hjá Almannamálaráðnum.

Bjørghild Djurhuus, býráðslimur og sjúkrasystir, sigur at tað eru eldri fólk sum bæði búgva og liva óvirðiligt