Tey hava alsamt meiri at gera á flogvøllinum í Vágum

Tað gongur bara ein veg við ferðafólkunum

Talið á fólkum, sum ferðast um flogvøllin í Vágum veksur alsamt. Tað vísir tann nýggjast uppgerðin hjá flogvøllinum.

Uppgerðin vísir, at í mai í ár ferðaðust 40.474 fólk um flogvøllin í Vágum, og tað eru 10,2 prosent meiri enn í mai í fjør.

Tilsamans hava sostatt 143.356 fólk ferðast um flogvøllin í Vágum higartil í ár, og tað eru 11,2 prosent fleiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Tað er bara í mars í ár, at tað vóru heldur færri ferðafólk um flogvøllin í Vágum enn í sama mánað í fjør. Í mars í ár ferðaðust 24.638 ferðafólk um flogvøllin í Vágum og tað eru 2,7 prosent minni enn í mars í fjør.

Ein orsøk kann vera, at í fjør vóru páskirnar seinast í mars og fyrst í apríl, men í ár vóru páskirnar í apríl - og ferðafólkatalið í apríl í ár var eisini 37.979 fólk, og tað eru yvir 24 prosent hægri enn í apríl í fjør.