Tey kunnu vinna eini hús mikukvøldið

– Mikudagin kunnu Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen gerast eini heili hús ríkari, tá finalan í sendingini Nybyggerne verður víst, og hyggjarin fær møguleika at atkvøða fyri, hvør skal vinna kappingina. Til ber at atkvøða í Føroyum

Mynd: André Blinkilde / TV2

Mynd: André Blinkilde / TV2

Mikudagin kunnu Sunnvá Dahl Rasmussen og Martin Høgfeldt Olsen vinna eini hús í Silkeborg. Eini hús, sum eru 2,6 milliónir verd. Eini hús, sum tey í átta vikur í summar sjálvi hava innrættað við eini fíggjarætlan á 300.000 krónur. Tí tað er nevniliga nú mikudagin, at finalan í vælumtóktu donsku sjónvarpssendingini »Nybyggerne«, verður víst. Og tá sleppa hyggjarar at atkvøða fyri tí parinum og húsinum, sum tey halda skal vinna kappingina. Í Føroyum ber eisini til at atkvøða við smsboði, um peningur er á telefon-kontoini.

– Møguleikin at vinna er á 25 prosentum, men møguleikin fyri ikki at vinna er á 75 prosentum. Tað royna vit at hava í huga, so vit ikki verða alt ov skuffað, vinna vit ikki, sigur Sunnvá Dahl Rasmussen og leggur aftrat, at skuldu tey tó verið so heppin at vunni stóra vinningin, er ætlanin at flyta í húsini í Silkeborg.

Finalan av »Nybyggerne« verður send mikukvøldið klokkan 19 í Kringvarpinum. 
Sendingin plagar at vera 40-45 minuttir, og pørini øll verða filmað, meðan tey sita í eini sofu. Tey fáa tíðindini um, hvør hevur vunnið, samstundis sum hyggjarin fær tey. Til ber bara at atkvøða tann tíman, sendingin er - eisini í Føroyum.

Les longri samrøðu við spenta parið í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið og talgildur her

Mynd: André Blinkilde / TV2